Atlantic Petroleum lækkar metingina

Gongdin hjá Atlantic Petroleum fer skeivan veg og partabrævið lækkar enn

Atlantic Petroleum kunngjørdi í gjár, at felagið, eftir at oljuframleiðslan í oktobur gjørdist nakað lægri enn vónað, hevur lækkað sína meting fyri ársframleisðluna úr 520.000 tunnum niður í 495.000 tunnur. 

 

Hetta er aðru ferð í ár, at felagið lækkar metingina. Tá roknskapurin fyri 1. ársfjórðing varð almannakunngjørdur, boðaði felagið frá, at teir lækkaðu framleiðslumetingina fyri árið til 520.000 tunnur.

 

Framleiðslan er ikki tað einasta sum lækkar, tað ger eisini virðið á partabrøvum felagsins.

 

Seinasta árið er virðið á partabrøvum í Atlantic Petroleu, lækkað úr 72 krónum 3. novembur í fjør til 15,70 krónur 3. novembur í ár. Serliga vóru juni og august harðir við felagið. 26. mai var virði 45,30 krónur, men 29. juni var tað fallið til 31,80 krónur. 31. juli var virðið 35,70 krónur, men 24. august var virðið niðri á 21,10 krónum.

 

Hetta er langt frá hægsta skrásetta virðinum í keypsskálanum í Keypmannahavn, sum er 1.593,25 krónur frá 12. novembur 2007.