Atlantic Petroleum boðar í tíðindaskrivi í morgum frá, at felagið higartil hevur fingið tillutað fýra loyvi í 27. loyvisumfari í bretskum øki.
Bretska felagið Parkmead er fyristøðufelag á øllum fýra loyvunum, og ognarparturin hjá Atlantic Petroleum er millum 30 og 43%. Loyvini eru hesi:
* Teigur 15/16e. DEO (nú Parkmead) (fyristøðufelag) 34%, Atlantic Petroleum UK
33% og Faroe Petroleum 33%
* Teigur 30/12c, 30/13c & 30/18c. Parkmead (fyristøðufelag) 30,5%, Atlantic
Petroleum UK 30,5%, Bridge 25% og Dyas 14%
* Teigur 205/12. Parkmead (fyristøðufelag) 30%, Atlantic Petroleum UK 30%,
Summit 26%, Dyas 14%
* Teigur 205/23, 205/24, 205/25, 205/28, 205/29 & 205/30. Parkmead
(fyristøðufelag) 43%, Atlantic Petroleum UK 43% og Dyas 14%
Íalt 167 loyvi vórðu boðin út í 27. bretska loyvisumfari, og fevna hesi um 330 teigar. Enn eru 61 teigar, ið myndugleikarnir ikki hava tikið støðu til, og hevur Atlantic Petroleum søkt um fimm loyvi í hesum teigunum.
Atlantic Petroleum søkti um íalt nýggju loyvi í 27. loyvisumfari.