Atlantic Airways verður uttan iva ein av aktørunum, tá Statoil í næstum fer at luta út flúgviuppgávur í sambandi við komandi boring á landgrunninum í summar. Hóast sáttmáli enn ikki er undirskrivaður, so liggur í kortunum, at uppgávurnar verða býttar millum tvey feløg, Atlantic Airways og FaroeCopter.
-Vit koma helst at hava ein part av flúgvingini út á boripallin, umframt Search and Rescue og fara síðani eisini at hava ein lutvísan leiklut sum backup sigur Magni Arge, sum er sera væl nøgdur við uppleggið til sáttmála.
Statoil, sum er fyristøðufelag, hevur eftir øllum at døma lagt seg eftir at skula brúka tríggjar tyrlur, eina til flutning, eina til SAR, sum er trygdarparturin og eina til backup. Vit hava bara tvær tyrlur, so tað, sum liggur í kortunum vit skulu røkja, svarar til tað, sum vit orka.
Magni Arge dylur ikki fyri, at teir eru sera fegnir um, at teir eisini vera við í sjálvari flúgvingini út á boripallin. Helst verður tað so, at Atlantic flýgur út til boripallin tann eina dagin og eru so backup hinar dagarnar.
Hóast Atlantic Airways hevur royndir við offshoreflutningi, so verður hetta fyrstu ferð, at felagið fær ein fastan sáttmála at flúgva oljufólk millum floghavn og boripall. Higartil hevur Atlantic mest flogið fólk til og frá seismikkskipum. Men tey hava so eisini av og á flogið fólk millum pallar og land. Tá Atlantic fyrr hevur fingið sáttmálar í offshoreflutningi, hevur felagið m.a. brúkt tyrlur hjá Bristow Helicopters.
Stjórin í Atlantic er eftir øllum at døma nøgdur við tær samráðingar, sum hava verið og tey útlit, sum liggja fyri framman: Vit halda eina komandi avtalu við Statoil saman við FaroeCopters vera eina góða samanseting, og eg ivist ikki í, at vit fáa eitt gott samstarv við Statoil eisini.
-Og tað er pláss fyri bæði Atlantic Airways og FaroeCopters í føroysku frálandavinnuni!
-Hesaferð ja.
-Verður olja funnin, verður so ikki brúk fyri fleiri aktørum?
-Um olja verður funnin í Føroyum, so verða tað nógvir, sum vilja sleppa framat.