Á atlantisku eggini

Tey fimm listafólkini, sum fyri jól høvdu myndlistaframsýning í New York undir heitinum »From the Atlantic Edge«, halda nú fram í Íslandi undir heitinum »Mitt í eilífðar útsæ«.

 

Tey fimm føroysku listafólkini eru Astri Luihn, Sigrun Gunnardsdóttir Niclasen, Amariel Norðoy, Eyðun av Reyni og Kári Svensson.

Leygardagin letur Tórbjørn Jacobsen, mentamálaráðharri framsýningina upp. 49 listaverk verða sýnd fram á eini 300 fermetrum. Og vit eru heilt væl nøgd við hølini, sigur Sigrun, sum eisini er skrivari í Felagnum Føroysk Myndlistafólk.

Framsýningin er í Hafnarborg, sum er menningar- og listastovnur á Hafnarfirði, einar 15 kilometur frá høvusstanum Reykjavík. Opið verður fram til hin 23. apríl.

Framsýningarhølini eru í húsum, ið stava frá 1921, har apotek og íbúð hevur verið. Í 1947 keypti ein íslendskur apotekari húsini og seinni gav hann býnum bæði hús og egið listasavn. Síðani 1986 hevur Hafnaborg verið gestaatelier hjá vitjandi listafólkum. Fyrirstøðukvinna í Hafnaborg er Pétrún Pétursdóttir, sum tók við í 1988.

Ferðandi framsýningin "From the Atlantic Edge" byrjaði í desember mánað í fjør, tá ein væleydnað framsýning varð hildin í New York. Tá framsýninmg í Íslandi er av, verður farið til onnur Norðurlond og seinri eisini til onnur lond í Europa.

Tjúgu stuðlar standa aftanfyri føroyska myndlistarliga tiltakið. Hetta eru almennir stuðlar og fyritøkur. Teirra millum eru føroyskir grunnar, peningastovnar og fyritøkur, tveir danskir stuðulsgrunnar og tvær útlendskar oljufyritøkur.