Atlantsflog fer at flúgva til New York

Atlantsflog hevur biðið amerikonsku flogmyndugleikarnar um loyvi at flúgva millum Vágar og New York bæði rutuflúgving og  charterflúgving.

 

Tað skrivar »Aviator, newsroom for the latest airline market intelligence«

 

Miðilin skrivar, at Atlantsflog ætlar at nýta A320neo-flogfør, sum taka 180 ferðafólk, til flogleiðina millum Vágar og New York City, sum skal byrja seint á sumri næsta ár.

 

– Rutan hjá Atlantsflog letur upp ein nýggjan marknað bæði fyri ferðandi í USA og í Føroyum, tá einki flogfelag í løtuni er á rutuni. Mett verður, at danska stjórnin eisini fer at geva amerikonskum flogfeløgum loyvi at flúgva á rutuni gjøgnum Open Skies-avtaluna, skrivar Aviator.

 

Miðilin skrivar eisini, at trý nýggj hotel eru í gerð í Havn, sum skulu hjálpa upp á eftirspurningin eftir gistingarplássum í Føroyum.