Atlantsflog hátíðarheldur 25 ár

Føroyska flogfelagið heldur mikudagin 25 ára føðingardag sín við móttøku í hangarinum á flogvøllinum.

Síðani 1995 hevur Magni Arge verið stjóri í Atlantsflog, og hann hevur sum stjóri upplivað stóra framgongd og vøkstur í virkseminum hjá felagnum.

- Eitt stórt stig fyri felagið var uttan iva, tá vit tvífaldaðu flotan í ár 2000, tá vit fingu okkara næsta flogfar. Eisini tá vit tóku upp leiting og bjarging, var tað rættiliga stórt. Men størsta løtan fyri felagið var, tá vit fingu airbussin. Tað var nakað heilt serligt, sigur Magni Arge.

Á móttøkuni, sum verður mikudagin kl. 14.30 verða røður hildnar, framsýning verður við søgu felagsins, Eivør Pálsdóttir fer at syngja, og okkurt verður at fáa til matna. Eisini verður gjørligt at síggja, hvussu umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiðið fer fram, og bjarginartyrlan hjá felagnum verður sýnd fram.

Bussar koyra í pendulfarti millum parkeringsøkið oman fyri vegin við flogvøllin og hangarin. Neyðugt er at koyra í bussinum fyri at sleppa inn í hangarin.