– Tað er eingin fráboðan komin frá felagnum enn um matin umborð á flogførunum, sum so nógv hevur verið kjakast um seinastu tíðina.
Tað segði Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog, við in.fo um vikuskiftið. Hann vildi kortini ikki avsanna tíðindini um, at matur og drekka ikki verður eitt ókeypis tilboð umborð á flogførunum hjá Atlantsflog eftir 1. mai.
Hann segði eisini, at Atlantsflog fór at koma við øðrum broytum í næstum – og í næstum er í dag. Tí klokkan 10 hevur Atlantsflog stevnt føroysku miðlunum til tíðindafund í Kaffihúsinum í Havn.
Felagið hevur einki sagt um, hvat tað verður, sum felagið fer at leggja fram á tíðindafundinum – men ein fráboðan verður helst, at frá 1. mai at rokna kunnu fólk keypa sær mat og drekka umborð á flogførunum hjá Atlantsflog.
Niels Mortensen segði eisini, at fólk hava tikið sera væl ímóti umleggingini við ferðaseðlaprísunum, har tú – um tú ert í góðari tíð, kanst keypta tær bíligar ferðaseðlar.
– Fólk ferðast meira, og fólk duga og tíma væl at planleggja í góðari tíð fyri at gera sær dælt av góðu tilboðunum, sigur hann.
Niels Mortensen gjørdi eisini greitt, at uppgávan hjá honum var at fáa tað at verða so bíligt sum gjørligt at ferðast.
– Vit royna alla tíðina at tillaga okkum. Tá vit tóku okkum av Børsinum segði landsstýrið, at tað for ikki at krevja vinningsbýti, og tað er gott fyri felagið. Vit fáa eitt nýtt flogfar í desember, vit hava júst fingið tævr nýggjar tyrlur. Tað hevur so stóran týding, at vit dagføra tólini alla tíðina, sigur Niels Mortensen.
Hvussu leikur fer, frætta vit meira um eftir klokkan 10 í morgun.
In.fo verður á staðnum.