Airbus flogfarið, sum Atlantsflog skal leiga næstu árini, kemur frá flogfelagnum Air Malta.
Fjølmiðlar á Malta skriva, at Air Malta og Atlantic Airways hava gjørt eina leasingavtalu um eitt Airbus A319 flogfar, sum føroyska flogfelagið skal ráða yvir 41 mánaðir fram.
Air Malta hevur havt eitt leigumál við felagið OLT Express um hetta Airbus flogfarið, og nú hava fleiri flogfeløg ligið fram við at leiga tað komandi tíðina. Men Air Malta valdi so at leiga flogfarið til Atlantic Airways, sum frammanundan eigur eitt flogfar av sama slagi.