Í hesi ferðaætlan verður Aberdeen-rutan tikin uppaftur. Flogið verður til Aberdeen hóskvøld og sunnukvøld og úr Aberdeen til Føroya fríggjamorgun og mánamorgun. Farið verður úr Vágum hóskvøld og sunnukvøld klokkan 1730 til Aberdeen og víðari til Keypmannahavnar, har flogfarið verður standandi til morgunin eftir, tá ið tað flýgur úr Keypmannahavn klokkan 745 um Aberdeen til Føroya.
Eisini er sambandið til Reykjavíkar frá í gjár økt til tríggjar ferðir um vikuna. Tá verður flogið mánadag, mikudag og fríggjadag.