Atlantsflog og Vága Floghavn vísa vegin

Atlantic Airways flýgur framkomnastu loftrúms tøknifrøði í Evropa, sigur Airbus-samtakið í tíðindaskrivi

Airbus 319 flogførini hjá Atlantic Airways flúgva við framkomnastu tøknifrøði í Evropa, RNP AR 0,1. Hesum boðar Airbus-samtakið frá eftir seinastu dagføring av tøknifrøðini.

 

Atlantic Airways gongur á odda, tá tað snýr seg um framkomna navigatións-tøknifrøði, staðfestir Airbus-samtakið. Tey trý Airbus 319 flogførini hjá føroyska flogfelagnum eru øll útgjørd við tøknifrøðini frá Airbus, RNP AR 0,1, sum, sambært felagnum sjálvum, hevur havt við sær munandi betri reglusemi og harvið færri seinkingar. 

 

Talan er um eina tøknifrøði grundaða á GPS-skipanina, ið nú eisini er sameind við vanligu ILS-skipanina á flogvøllum, og sum samanlagt er eitt sera neyvt tól til innflúgvingar og útflúgvingar. Sambært Airbus er Atlantic Airways fyrsta flogfelagið í heiminum at nýta RNP AR 0,1 og ILS sameint í eitt amboð til inn- og útflúgvingar.

Føroyska flogfelagið hevur í fyrstu atløgu lagað sameiningina av RNP AR 0,1 og ILS eftir Vága Floghavn, sum harvið er fyrsti flogvøllur í heiminum, har hesin framferðarháttur verður nýttur. Tey trý Airbus flogførini hjá Atlantic Airways kunnu sostatt til dømis flúgva lægri og í verri sýni inn á flogvøllin í Vágum enn áður. 

 

Airbus menti upprunaliga nýggju tøknifrøðina í samstarvi við Atlantic Airways, og seinastu dagføringarnar eru somuleiðis farnar fram saman við føroyska flogfelagnum, har Jóhan í Niðristovu, flogskipari, hevur umboðað Atlantic Airways sum verkætlanarleiðari.

 

- Tað hevur bæði verið ein fragd og ein avbjóðing at vera við til at menna eitt so nágreiniligt navigatiónsamboð, sum er við til at økja reglusemið í Vága Floghavn, sigur Jóhan í Niðristovu, Airbus-kapteynur og verkætlanarleiðari.