Atlantic Airways og eysturíkska tjóðarflogfelagið Austrian Airlines eru farnir at samstarva innan flogferðlu. Nøkur flogfør hjá Austrian Airlines vóru herfyri tikin úr flúgving í eitt tíðarbil, og eysturíkarar hava tí leigað m. a. Atlantic Airways at flúgva fyri seg. í tvær vikur.
Annað av flogførunum hjá Atlantic fór við tveimum manningum til Wien í gjár, og skal hagani flúgva fyri Austrian Airlines í Europa. Flogfarið hjá Atlantic var eisini mesta partin av síðstu viku í flúgving fyri eysturríkska felagið og fleyg úr Wien til ymsar europeiskar býir, so sum Athen, Brússel, London, Milano og Nice.
? Tað hevur stóran týdning fyri felagið at fáa slíkar uppgávur, tí tað er eitt gott íkast til raksturin í lágárstíð, sigur Magni Arge, stjóri.
? Men tað er eisini eitt herðaklapp og ein viðurkenning til øll tey, sum hava lagt rygg til at menna føroyska flogfelagið, at eitt altjóða flogfelag í Star Alliance samtakinum setir sítt álít á føroyska felagið á henda hátt, sigur Magni Arge.
Flogfarið hjá Atlantic verður aftur í Føroyum fríggjamorgunin.