Eftir trilvandi fyrstu umfør tykist Frem við Atla Danielsen sum sentralum miðvallara rættuliga at vera komið fyri seg.
Í dag var Frem á gamla Gentofte stadion, har HIK eigur heimavøll.
Frem vann 3-1, eftir at 1. hálvleikur var endaður 1-1.
Stóri maðurin á Frem liðnum var álopsveteranurin Tommy Olsen, sum skoraði øll Frem málini innanfyri smáar 25 minuttir. Tað fyrsta í 32. minutti, og tað síðsta í 56. minutti. Hetta var sjeyndi dysturin hjá Frem í hesum kappingarárinum. Frem hevur vunnið fýra ferðir og tapt tríggjar ferðir.