Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen er ein sannur patriotur, og tað sást eisini á honum, sum myndin eisini sýnir, at hann var sera stoltur at sleppa at ganga inn á Tórsvøll, sum liðskipari hjá tí føroyska fótbóltslandsliðnum.
- Hetta er tað reina tika-tika eru rósandi orðini Atli Gregersen hevur at siga um góða tekniska spælið hjá sínum liðfeløgum. Føroyski liðskiparin hevur eisini nógv góð orð at bera føroysku áskoðarunum, sum veruliga bóru hann og liðfelagarnar, tá tað leikaði harðast á.
Tá Sølvi Vatnhamar gongur framvið fær hann eitt lítið vinarligt gleps frá liðskiparanum, at hann átti at havt skorað í kvøld, men annars er Atli Gregersen glaður at hava fingið javnleik ímóti Ungarn, og staðfestir, at tað er ótrúligt, at eitt so lítið land, sum Føroyar kann hava so góðar fótbóltsspælarar.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Atla Gregersen í Mixed Zone aftaná dystin ímóti Ungarn, har Atli Gregersen brúkar nógv jalig lýsingarorð fyri at rósa sínum liðfeløgum.