- Hetta gevar mær vaml. Akkurát er fótbóltur nakað lort. Orðini eigur liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen.
Atli Gregersen tímdi ikki at siga so nógv um ivasama brotssparkið FH fekk, sum gott og væl avgjørdi dystin, og koppaði uppgerðina til FH.
Hinvegin so var Atli Gregersen ógvuliga sjálvkritiskur, og helt fyri, at teir í Víkingi komu sjáldan framum miðjuna, og skaptu ov lítið. Arbeiðsavrikið var gott, og áskoðarastuðulin var góður, men restin haltaði, helt Atli fyri.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 aftaná 0-2, og samlaða 1-3 tapið ímóti FH í øðrum undanumfarinum í Champions League kappingini.