- Hetta smakkar væl, staðfestir Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi. Nú gleðir hann seg at fara í brúðleyp hjá fyrrverandi Víkinga- og ÍF-spælaranum, Áslakki R. Petersen, og har sleppa at arga fuglfirðingarnar, sum fara í brúðleyp í annaðkvøld.
Atli Gregersen heldur, at hann og liðfelagarnar spældu klókt, og dugdu at gagnnýta málmøguleikarnar, sum fall teimum í lut, men hann heldur, at við eitt sindur av neyvleika kundi sigurin kanska verið enn størri. Nú er Víkingur bert eitt stig frá KÍ, men Atli Gregersen ætlar ikki at fara til Havnar at hyggja eftir dystinum millum HB og KÍ. Sunnudagurin skal brúkast heima hjá familjuni.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Atla Gregersen, aftaná Atli Gregersen og liðfelagarnir høvdu vunnið 3-1 á ÍF.
Víkingur hevur 43 stig, meðan KÍ hevur 44 stig, men ein dyst færri enn Víkingur, so nú er spenningur í oddinum.