Atli Jensen farin

Langafríggjadag andaðst Atli Jensen, fyrrverandi stjóri á Bileftirlitinum, 87 ára gamal.

Atli Jensen var sonur Johonnu Jensen, fødd Haraldsen úr Elduvík og Kristian Jensen úr Kvívík.

Atli hevði tríggjar systrar, Helena, Ása og Hannelisa. Hann var giftur við Johonnu Helenu Jensen, fødd Jacobsen, av Glyvurum.

Atli og Jóhanna áttu fýra børn: Kári Jensen, giftur við Eyðvør Jensen. Andrass Jensen, livur saman við Ninu Lassen. Kristina Ejdesgaard, gift við Johannes Ejdesgaard. Gudny Johansen, gift við Kára Johansen.

Atli hevði 10 abbabørn og 10 langabbabørn.

– Eg havi altíð verið bilgalin.

Hesi orð valdu vit sum yvirskrift til eina samrøðu við Atla Jensen í Sosialinum tann 3. juli í 1996. Tann 1. juli hetta árið tók Bileftirlitið yvir umsitingina av koyrikortunum, sum hevði ligið hjá fútanum øll árini. Sama árið, tann 1. januar í 1996, tók Bileftirlitið eisini yvir umsitingina av nummarplátunum, og tá fingu vit nummarpláturnar, vit enn hava í dag, og tær gomlu F-nummarpláturnar fóru í søguna.

Atli Jensen var stjóri á Bileftirlitinum, frá tí at Bileftirlitið varð sett á stovn í 1960 til 1996 – í tilsamans 36 ár.

Og í samrøðuni í Sosialinum hendan dagin, leit Atli Jensen eitt sindur aftur um bak:

Og nógv var broytt á ferðsluøkinum hesi árini, greiddi Atli Jensen frá.

– Menningin hevur verið sera stór, og talið av bilum og fólkum við koyrikorti er vaksið nógv – fleiri túsund prosent, helt hann fyri.

– Tá eg tók við starvinum vóru bara einir 850 bilar í Føroyum. Men næstu árini fór talið rættuliga at vaksa, serliga gjøgnum 60'ini og 70'ini vaks talið av teimum, sum vildu koyra bil munandi.

Men tað, sum gjørdi, at serliga nógv fóru at taka koyrikort, var at konufólkini eisini skuldu koyra. Tí hevði Bileftirlitið onkur ár yvir 2.000 koyrirroyndir, hóast burðaravlopið vanliga lá um eini 6-700. Men nú er javnvág komin í, helt Atli Jensen fyri.

Og hann greiddi víðari frá, at hann altíð hevur fingist við bilar og byrjaði longu sum smádrongur norðuri í Kvívík at skrúva upp á bilin hjá dekninum, Christian Christiansen.

Seinni fór Atli Jensen til Havnar og fór í 1954 í læru hjá Wenzeli Petersen.

– Bilmekanikara veit eg ikki, um vit kunnu nevna tað, tí Wenzel Petersen var so nógv annað, enn bilsmiðja. Hann hevði bæði bilverkstað, rørsmiðju og seldi eisini motorar.

Bilverkstaðið hjá Wenzeli var í gomlu barakkunum hjá eingilsmonnunum í Varðagøtu, sum seinni var Brandstøð.

– Síðani fór eg at læra til maskinmeistara og tók fyrsta part í Føroyum. Eina tíð arbeiddi eg í Onglandi, á bilvermsmiðjuni Standard, sum seinni fór á húsagang. Víðkaða maskinmeistaraprógvið tók eg í Danmark, greiddi Atli Jensen frá.

Í nevndu grein í Sosialinum frá 3. mars í 1996 var eisini greitt frá nýggju hølunum hjá Bileftirlitinum – sum nú eitur Akstovan – við Hoyvíksvegin í Havn, har nógv betri umstøður nú vóru at sýna bilar.

Tá vóru ringar tíðir í Føroyum, og tí høvdu tey á Bileftirlitinum fingið at vita, at nú skuldi stovnurin sjálvur fíggja sítt virksemi við nýtslugjøldum, tí stovnurin skuldi ikki longur hava pengar av fíggjarlógini.

Umframt at vera stjóri á Bileftirlitinum, so var Atli Jensen eisini formaður í Maskinmeistarafelagnum í eini 25 ár.

Tann 3. mars í 2016 var Atli Jensen gestur hjá Føroya Ellisakførum í Havn, har hann greiddi frá sínum fyrstu royndum sum bilsýnsmaður. Her er ein søgan, hann fortaldu, um ferðsluskilið í Hvalba í 1960:

 

Tá allir bilarnir í Hvalba mistu nummarpláturnar

Tá fyrsti bilsýnsmaðurin hjá Bileftirlitinum kom til Hvalbiar at sýna bilar í 1960, fór hann av bygdini við øllum nummarplátunum av teimum nógvum lastbilunum, sum koyrdu við koli.

Orsøkin var, at hvalbingar snýttu við bremsunum.

##med2##

Tá Atli Jensen, fyrrverandi stjóri á Bileftirlitinum vitjaði á fundi hjá Føroya Ellisakførum hóskvøldið 3. mars í 2016, visti hann frá nógvum søgum at siga.

Atli Jensen var fyrsti bilsýnsmaður hjá nýstovnaða Bileftirliti Føroya í 1960. Tá vóru skrásettir 840 bilar í Føroyum – nú eru oman fyri 40.000 – og fyrsta uppgávan hjá Atla Jensen var at fara runt landið at sýna bilar.

Einaferð gekk so leiðin til Suðuroyar. Komin til Hvalbiar mátti Atli Jensen standa sín manndómsprøva.

Í Hvalba vóru eins nógir bilar, sum í restini av Suðuroynni tilsamans, hóast tað ikki var koyrandi til nakra aðra bygd úr Hvalba. Tað var koladriftin, sum kravdi nógvar lastbilar, sum koyrdu úr Prestfjalli oman á bryggjuna við koli, har Skarvasteinur – ein gomul slupp – førdi kolið úr Hvalba kring landið.

Tá Atli Jensen hevði sýnað teir fyrstu bilarnar sá hann eitt mynstur:

– Tá uppdagi eg, at ikki bara tann fyrsti og annar og tann triði ikki høvdu bremsur á forhjólunum. Men soleiðis var við øllum bilunum. Eingin hevði bremsur á forhjólunum. Tær vóru systematiskt demonteraðar, greiddi Atli Jensen frá.

– So spurdi eg, hvussu hetta bar til.

– »Ogur koyra á kolinum,« var ein hvalbingur skjótur at svara.

Men tað hevði einki við bremsurnar at gera, helt Atli Jensen fyri.

– Nei nei, men koyrir tú av Prestfjalli oman ímóti prestgarðinum í Leirum, so er ikki hugsingur um at hava bremsur á forhjulunum, greiddi ein hvalbingur Alta Jensen frá.

– Tí so blokerar tú forhjúlini, og so missir tú stýringina, og bilurin fer har, sum hann hevur hug at fara, greiddu teir Atli Jensen frá.

Sakin var kortini tann, at bilarnir mundu hava eini 100 ella 200 prosent yvirvekt. Tí var øll vektin á bakhjólunum, og lítið og einki harframmi.

– Hetta var forkláringin, helt Atli Jensen. Serliga galið søgdu teir var, tá kavi var. So var ikki hugsingur um, at hava bremsur á forhjúlunum, greiðir Atli Jensen frá.

Hetta hevði altíð verið so, og nú fekk eg nakað at hugsa um. Hvat skuldi eg nú gera? Allir hvalbingarnir stóðu har, og eg var tann lítli maðurin. Borgarstjórin dugdi væl at løða og fáa stemningin so, sum hann vildi hava.

– Eg mátti eg siga, at hetta gongur ikki. Eg segði, at eg fór, og at eg nokk kom aftur um einar 14 dagar. Tað gjørdi eg so. Eg kom aftur. Teir hugdu upp á meg, tá eg fór at spyrja, huvssu stóð til við bremsunum.

Segði hann bremsur? Her gongur fínt, far tú bara víðari.

– So eg mátti manna meg upp og fór norðuraftur. Snakkði við sýslumannin í telefon, og segði, at eg fór suður aftur, og at nú mátti røkka ella støkka. Eg kundi ikki góðkenna allar bilarnar í Hvalba uttan bremsur, greiddi Atli Jensen frá.

Hann so suður aftur og hevði stóra leðurtasku við sær – og saks.

– Eg segði, at eg fór at taka allar nummarpláturnar við mær.

– Eg buntaði allar saman, brúkti veit ikki hvussu nógvar tímar. Eg spurdi ein maskinmeistara, eg kendi, um hann vildi hjálpa mær.

– Hjálpa tær? Eg ætli mær at liva her í framtíðini eisini. So hatta mást tú klára sjálvur, var svarið Atli fekk.

Hetta var annan ella triða dagin eftir at teir fóru at skjóta fyrsta skotið til tunnilni til Tøvroyrar, greiðir Atli Jensen frá.

Soleiðis endaði hesin túrurin hjá Atla Jensen í Hvalba. Hann fór til sýslumannin við øllum nummarplátunum, og tað var ein tung byrða.

– Tað stuttliga, sum hendi, var eitt sindur seinni, greiðir Atli Jensen frá.

– Eg gekk við barnavogni úti á molanum í Havn ein fyrrapart í góðveðrinum. Skarvasteinur, sum sigldi runt alt Føroya land við koli, kemur inneftir, tungt fermdur. Søkklaðin kemur hann inn móti molanum. Eg hyggi, síggi kolarúgvuna.

Undarligur stemningur umborð

– Halda tit, at hvalbingar gevast at koyra kol fyri tað, um nummarpláturnar eru vekk? spurdi Atli Jensen limirnar í Føroya Ellisakførum, hetta kvøldið fyri fimm árum síðani, tá hann greiddi frá fyrstu royndum sínum sum bilsýnsmaður.

– Nei, teir koyrdu akkurát tað sama – uttan nummarplátur.

Men tá kom sýslumaður og politi uppí, so kom tað upp á pláss.

– Men har lærdi eg, hvussu trupult tað kundi vera at fáa hvalbingar at makka rætt. Hesin nýggi maðurin var farin at pilka so nógv við, og tað vóru teir ikki vanir við.

Hesa søguna, og fleiri aðrar, fortaldi Atli Jensen eitt kvøldi, 3. mars í 2016, fyri limum í felagnum Føroya Ellisakfør.

Friður verið við minnum um Atla Jensen.