Atli: Müller spælir upp á brotssparkið

Tað sigur Atli Gregersen, sum kennur á sær, at hann hevur svikið sínar viðspælarar.

Atli Gregersen gjørdist syndabukkurin, tá føroyska landsliðið í kvøld tapti 3-0 fyri Týsklandi á Tórsvølli. Miðverjin gjørdi brotsspark og fekk beinleiðis reytt kort, tá hann var orsøkin til, at Thomas Müller fór umkoll í okkara brotsteigi.

 

-       Thomas Müller spælir upp á brotssparkið allan vegin. Tá eg eg renni Thomas Müller upp, so er tað tí hann steðgar upp, sigur Atli Gregersen.

 

Hoyr samrøðuna við Atla Gregersen við at trýsta á pílin undir myndini.

 

-       Eg skilji væl at dómarin dømir tað, men tað er bara so ræðuliga bitturt. Og tá vit nú eru í gongd, so haldi eg eisini tað er hart, at eg eisini skal fáa eytt kort. Eg standi við eini kenslu av, at eg havi svikið mínar viðspælarar, sigur Atli Gregersen.

 

Atli Gregersen leggur afturat, at hann hevur ikki verið so vónsvikin eftir ein landsdyst sum í kvøld.


Atli Gregersen kann tó fegnast um, at hann í upptaktssendingini hjá Rás2 varð kosin til at hava besta hársnið av Lissi Mouritsen og Vivian Unadóttir, sum arbeiða á Salong Bronx.