Atli og Lars vilja enda við einum sigri á heimavølli (FM1)

(FM1) Liðskiparin og landsliðsvenjarin eru vónbrotnir, og vilja nú enda væl á heimavølli móti Malta týskvøldið

##med2##

Tað nívir hjá bæði liðskiparanum, Atla Gregersen og hjá landsliðsvenjaranum, Lars Olsen aftaná 0-3 tapið móti Rumenia, har føroyska landsliðið stóð seg væl í fimm korter, meðan sætta og seinasta korterið gjørdist eitt slag av einum skrædli.

Vit vita, at dysturin móti Malta á Tórsvølli, týskvøldið klokkan 19.45 verður tann seinasti hjá landsliðsvenjaranum, Lars Olsen.

Í samrøðu við Trónd Arge á FM1 staðfesti liðskiparin, Atli Gregersen, at tað er gott og væl púra víst, at talan verður eisini um seinasta heimadystin hjá honum fyri føroyska landsliðið.

Báðir staðfesta gott avrik størsta partin av dystinum, men eitt keðiligt tap. Báðir vilja ógvuliga gjarna enda við einum sigri á heimavølli.

Lars Olsen plagar ikki at leggja eftir dómaranum, men hesaferð lat hann upp fyri, at hann var als ikki nøgdur við dømingina. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Atla Gregersen og Lars Olsen. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Gunnar Nielsen, Brandur H. Olsen og Klæmint A. Olsen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við dagsins spælara, Jóannes Bjartalíð. 

(Samrøður: Atli Gregersen og Lars Olsen)