Átta ár við Cafe Chill í Kollafirði

Tað vóru Guðrið Joensen og Jónvør Svartá, sum fyri umleið átta árum síðan lótu upp Cafe Chill í Kollafirði.

Tað vóru Guðrið Joensen og Jónvør Svartá, sum fyri umleið átta árum síðan lótu upp Cafe Chill í Kollafirði.

 

Tey fyrstu árini húsaðist kafé’in í bygninginum, har Atlantic Pane áður helt til, men í oktober í ár verða tvey ár liðin, síðan tey fluttu í fyrrverandi Eik-bankahølini við Sjógv í Kollafirði.

 

- Vit dagførdu hølini nakað, áðrenn vit fluttu inn og lótu eina terassu byggja út í havan. Okkum líkar hesi hølini væl, og vit halda, at tey eru betri egnað til okkara virksemi. Hølini eru hugnalig, og her er ikki so høgt millum loft og gólv.

 

Guðrið Joensen sigur, at við tað, at hølini líka sum venda niðan móti vegnum, kundu tær báðar ynskt sær, at hølini vóru sjónligari. Men, á Cafe Chill lata tey tó ikki illa at.

 

- Tað hevur verið eitt sindur aftur og fram hesi árini. Tey lokalu hava stuðlað okkum væl, men vit síggja eisini nógv fólk úr grannabygdum og øðrum økjum.

 

Guðrið Joensen sigur, at nú sundalagsstevna verður, fara tey eisini at gera burtur úr á Cafe Chill, bæði við at hava longri opið og eisini verið serligum stevnubúffi, umframt stevnu-quiss og livandi tónleiki við Signari í Homrum og John Johansen.