Sambært ukrainskum myndugleikum vórðu umleið 30 ymisk støð kring býin rakt í álopinum, sum sambært borgarstjóranum Vitalij Klitsjko varð framt við bæði dronum og ballistiskum rakettum.
Leiðarin fyri hernaðarfyrisitingina í Kyiv, Tymur Tkatsjenko, sigur, at russisku álopini raktu bústaðarøki, og hann ákærir Russland fyri tilvitað at hava lopið á sivilar bygningar.
Myndir frá ukrainsku tilbúgvingini vísa stórar oyðileggingar á ein íbúðarbygning, har stórur partur av bygninginum er brendur niður. Bjargingarfólk arbeiða framvegis í húsaleivdunum í leitanini eftir fólki.
Sambært Reuters eru eisini starvsfólk í heilsuverkinum og sjúkrabilsførarar millum tey særdu.
Russiska verjumálaráðið váttar, at Russland hevur framt eitt stórt álop á Kyiv og onnur øki í Ukraina. Sambært russiska ráðnum vóru málini hernaðarligir bygningar og mál, sum høvdu við orku at gera, og álopið var eitt svar upp á ukrainsk álop á sivila undirstøðukervið.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevði longu mikudagin ávarað um, at Russland fyrireikaði eitt størri álop. Hann stytti tí vitjan sína í Írlandi og fór aftur til Ukraina.
Kelda: Ritzau/AFP/Reuters.











