Senegal hevði tamarhald á dystinum frá byrjan og legði seg á odda eftir 24 minuttir, tá Habib Diarra var fyrstur á returinum eftir eitt stangarskot.
Stutt eftir steðgin gjørdi Ismaila Sarr tað enn verri fyri Belgia, tá hann økti til 2-0. Einki bendi tá á, at Belgia skuldi megna at venda dystinum, og spælararnir vóru eisini ósamdir sínámillum á vøllinum.
Men innskifti Romelu Lukaku gav belgum nýtt lív. Fimm minuttir fyri leiklok minkaði hann um munin til 2-1, og í 89. minutti javnaði liðskiparin Youri Tielemans við einum skallara, eftir at málverjin hjá Senegal hevði mist tamarhaldið á einum innleggi.
Harvið fór dysturin í longda leiktíð.
Belgia var greitt omaná í fyrra hálvleiki av longdu leiktíðini, men avgerðin fall ikki fyrr enn beint undan brotssparkskapping.
Youri Tielemans varð feldur í brotsteiginum, og eftir eitt drúgt VAR-kanningararbeiði dømdi dómarin brotsspark. Senegal mótmælti harðliga, men dómarin stóð við sína avgerð.
Tielemans legði sjálvur bóltin á blettin og sendi hann trygt upp í málhornið til 3-2.
Harvið hevði Belgia staðið fyri eini óvæntaðari vend og tryggjað sær pláss í áttandapartsfinaluni, har liðið skal spæla móti annaðhvørt USA ella Bosnia og Hersegovina.
##med2##
/Ritzau/












