Átta føroysk mál tá Tønder vann á útivølli

Sjúrður Olsen og Teis Horn Rasmussen skutu fýra mál hvør fyri Tønder

Ígjár var føroyingaliðið, Tønder á vitjan hjá Otterup í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Við at skjóta fýra mál hvør gjørdu Sjúrður Olsen og Teis Horn Rasmussen sítt til, at Tønder vann dystin 35-31. Í steðginum var Tønder á odda 17-15.

 

Tønder er nummar seks í deildini við níggju stigum fyri níggju dystir. Tønder hevur fimm stig upp til oddaliðið, HØJ sum hevur Róa Berg Hansen í hópinum.

 

Seinni í dag spæli hina føroyingaliðini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Klokkan 14 spæla Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax móti Skovbakken á útivølli. Klokkan 14.30 verður føroyingauppgerð millum liði hjá Leivi Mortensen, Odder og HØJ hjá Róa Berg Hansen. Klokkan 17.30 taka Rókur Akralíð og liðfelagarnir í Odense móti Midtjyllandi á heimavølli.