? Augustmánaður í ár hevur verið tann heitasti, ið menn vita um, tí ið miðal hava vit mált 12°C fyri hendan mánaðin.
Hetta sigur veðurmaðurin á Sosialinum, Petur Skeel Jacobsen, sum seinasta árið hevur havt veðurtíðindi á baksíðuni á Sosialinum. Petur Skeel Jacobsen er eisini í ferð við at kanna hitalagið upp gjøgnum tíðirnar, og hóast hann enn ikki er komin longur, enn til 1927, so heldur hann, at hitin í august í ár hevur verið óvanliga høgur.
? Samanbera vit við tøl frá Danmaks Meteologist Institut, ið vísa miðalhitan fyri hvønn mánað frá 1961 - 1993, so síggja vit eisini, at miðalhitin fyri august í ár er munandi hægri enn tær 10,6°C, sum miðalhitn hevur verið fyri august tey 23 árini.
Petur Skeel Jacobsen leggur tó dent á, at onkur mánaður kann hava verið lýggjari, men tá miðaltalið er so mikið nógv lægri, so hava teir lýggjaru mánaðirnir ikki verið nógvir.
? Tó so. Tey bæði árini 1899 og 1900 var miðalhitin fyri augustmánað - máldur í Havn - 11,7°C, næstan eins nógv, sum í ár.
Annars hevur eisini regnað illa hendan august mánaðan.
? Avfallið hendan mánaðin hevur verið 113,2 mm móti 88,2 mm, sum hevur verið miðal avfallið árini 1963-93, sigur Petur Skeel Jacobsen.
Hann vísir á, at augustmánaður í ár hevur ligið við lágætt, og at lágættin hevur nógva vætu í sær. ? Heitari luftin er, meiri vætu kann hon bera, sigur hann.
Í Danmark hava veðurmenn eisini tosað um óvanliga lýtt veður, og í Bretlandi hevur eisini verið lýtt.
Petur Skeel Jacobsen sigur, at hitin hevur verið yvir miðal um alt Norðurevropa.