Forkvinnan í felagnum Augusta Mikkelsen stóð fyri vali og bleiv afturvald. Harafturat bleiv Hjørleif Niclasen afturvaldur at umboða privatstarvandi fysioterapeutar. Tey vera bæði vald í eitt fýra ára skeið.
Tveir tiltakslimir blivu valdir í tvey ára skeið, hesi eru Niklas Reginson og Rannvá Grey Jørgensen.
Í nevndini í Fysioterapeutfelag Føroya sita 7 nevndarlimir. Hesir eru Augusta Mikkelsen forkvinna, Ingunn Hansen skrivari, Hjørleif Niclasen umboð fyri starvandi, Jóngerð Biskopstø umboð fyri álitisfólk, Ingibjørg Matras, Sólfríð Skoradal og Bjartur Thomsen.