Dagurin í dag, 2. apríl, er av ST lýstur sum altjóða autismudagur. Í hesum sambandi hevur Autismufelagið gjørt eitt sindur burturúr. Uttanlands er hetta vanligt, og tey rópa tað »light it up blue«, har ymsir bygningsverk verða lýst upp við bláum litum.
Her heima hava fólk frá Autismufelagnum pyntað Tinghúsvøllin í Havn í morgun við »fløggum«, ið mynda puslibrikkar í bláum. Hesir brikkar mynda altjóða logoið, ið autisman stendur fyri.
Afturathesum verður onkur bygningur – eitt nú Havnar kirkja – eisini lýstur upp við bláum, tá tað fer at skýma. Onkrir stovnar fara eisini at gera onkur blá tema, og á Facebook er stovnaður ein bólkur, sum eitur »autisman talar«, har heitt verður á fólk um á onkran hátt at lita dagin bláan og at leggja myndur út av, hvussu hetta er gjørt
tinghúsvøllin, onkur bygningur, har ímillum dómkirkjan verður lýst upp við bláum ljósið, onkrir stovnar fara eisini at gera onkur blá tema og á facebook er stovna ein bólkur, sum eitur autisman talar har heitt verður á fólk, um á onkran hátt at litað dagin bláan, og at leggja myndir út av, hvussu tey hava gjørt hettar.