Viswashkumar Ramesh sat á setri 11A, beint við neyðútgongdina, og tað er ein gáta, hvussu hann megnaði at sleppa út úr flogfarium - bert við smærri løstum

Av 243 yvirlivdi bara Ramesh flogvanlukkuna

- Eg føli meg einsamallan, og eg snakki ikki við konu mína, ei heldur við sonin. Eg hugsi um beiggja mín. Hann var alt fyri meg, sigur Viswashkumar Ramesh við Sky News

Viswashkumar Ramesh sat á setri 11A, beint við neyðútgongdina, og tað er ein gáta, hvussu hann megnaði at sleppa út úr flogfarium - bert við smærri løstum

Viswashkumar Ramesh var hin einasti, sum yvirlivdi flogvanlukkuna í India í juni. Hann kennur seg hepnan, men sigur, at gerandisdagurin er merktur av vanlukkuni.

 

Í samrøðu við BBC sigur hann, at hann kennur seg einsamallan eftir flogvanlukkuna, har 242 fólk lótu lív, og hann einsamallur yvirlivdi.

 

Ramesh sat á setri 11A, beint við neyðútgongdina, og tað er ein gáta, hvussu hann megnaði at sleppa út úr flogfarium - bert við smærri løstum.

 

Sjálvur lýsir Viswashkumar Ramesh hendingin og tað, at hann yvirlivdi flogvanlukkuna, sum eitt undur.

 

Men, hóast hann kennur seg hepnan sum hin einasti, ið yvirlivdi, er hansara gerandisdagur tó framvegis merktur av vanlukkuni.

 

- Eg føli meg einsamallan, og eg siti bert einsamallur. Eg snakki ikki við konu mína, ei heldur við sonin. Mær dámar best at vera einsamallur heima í Leicester, sigur hann við BBC:

 

Og hann leggur aftrat:

 

- Eg hugsi alla náttina, og eg havi mentalar líðingar. Hvør dagur er ógvuliga pínufullur fyri alla familjuna.

 

Við á lagnuferðini var eisini beiggi hansara, Ajaykumar. Saman róku teir fiskivinnufyritøku í Diu í India, og síðan vanlukkuna er virksemið í fyritøkuni hildið uppat.

 

- Eg hugsi um beiggja mín. Hann var alt fyri meg, sigur Viswashkumar Ramesh við Sky News.

 

Lesið alla greinina á hesi leinkju - https://www.tv2.no/nyheter/utenriks/eneste-air-india-overlevende-snakker-ikke-med-kona-eller-sonnen-min/18250001/

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Viswashkumar Ramesh sat á setri 11A, beint við neyðútgongdina, og tað er ein gáta, hvussu hann megnaði at sleppa út úr flogfarium - bert við smærri løstum