Avalon hevur havt mótvind

Livar Nysted og hansara menn rógva í góðum veðri, men hava havt mótvind

Livar Nysted og hansara manning umborð á bátinum Avalon fóru úr Scrabster fríggjadagin. Manningin skal rógvar teir 300 fjórðingarnar til Føroya, og ferðin tekur millum fýra og sjey dagar.


- Tað er gott lag á monnum umborð. Vit hava havt mótvind, síðani vit fóru úr Skotlandi, men nú kemur vindurin meira inn á síðuna, sigur Livar Nysted í einari dagføring frá ferðini.


- Tað er gott veður og sól, og fleiri delfinir hava verið at sæð. Matarlysturin á monnum er góður, vit hava millum annað etið turran fisk og turra grind. Eg kann leggja aftrat, at fleiri av okkum hava eisini prøvað bukkuna, sigur Livar Nysted.

10 mans eru við Avalon, sum skal rógvast til Føroyar og síðani aftur til Scrabster. Tvær ymsar manningar verða við á ferðunum. Talan er um stuðulsrógving til frama fyri einum dreingjaheimi í Kenja.