Sambært keldum hjá CNN byrjaði Iran í dag at leggja minur út í Hormussundið, sum er sundið inn í Persaraflógvan.
Stutt eftir, at hesi tíðindi bórust, segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at ongar frágreiðingar eru um, at hetta er gjørt.
- Men, um so er, verða avleiðingarnar fyri Iran á einum slíkum støði, sum ikki er sætt áður, skrivar hann á sosiala miðlinum, Truth Social.
Forsetin legði aftrat, at um Iran beinir burtur aftur tað, sum er lagt út, er tað eitt stórt stig rætta vegin, sum hann málbar seg.
- USA hevur annars rakt og púrasta oyðilagt 10 bátar og skip sum hava lagt út minur, skivar Donald Trump.
##med2##












