Fýra fyrru áttandapartsfinalur vóru leiktar í Champions League í kvøld.
Á St. James Park helt væl stuðlandi heimafjøldin, at 1-0 sigur var í pottinum, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði FC Barcelona við einum brotssparki.
Bayern München megnaði uttan Harry Kane á útivølli at vinna stórsigur 6-1 á Atalanta. Atletico Madrid vann á heimavølli stórsigur 5-2 á Tottenham. Kekkiski málverjin hjá Tottenham, Antonin Kinsky var skiftur út, tá eitt stórt korter var farið av dystinum. Tá hevði hann gjørt tvey risastór mistøk, ið førdu til mál hjá heimaliðnum.
Í Istanbul tapti Liverpool 0-1 fyri Galatasaray.
HER eru úrslitini og málskjúttarnir:
Newcastle United- FC Barcelona 1-1 (0-0)
1-0 Harvey Barnes ('86 )
1-1 Lamine Yamal, br. ('90+3)
Galatasaray-Liverpool 1-0 (1-0)
1-0 Mario Lemina ('7 )
Atalanta-Bayern München 1-6 (0-3)
0-1 Josip Stanisic ('12 )
0-2 Michael Olise ('22 )
0-3 Serge Gnabry ('25 )
0-4 Nicolas Jackson ('52 )
0-5 Michael Olise ('64 )
0-6 Jamal Musiala ('67 )
1-6 Mario Pasalic ('90 )
Atletico Madrid-Tottenham 5-2 (4-1)
1-0 Marcos Llorente ('6 )
2-0 Antoine Griezmann ('14 )
3-0 Julian Alvarez ('15 )
4-0 Robin Le Normand ('22 )
4-1 Pedro Porro ('26 )
5-1 Julian Alvarez ('55 )
5-2 Dominic Solanke ('76 )
Í morgin vera hesir dystirnir leiktir:
Klokkan 17.45: Bayer Leverkusen-Arsenal
Klokkan 20: Bodø/Glimt-Sporting Lissabon, PSG-Chelsea og Real Madrid-Manchester City.











