Avbera góð konsert

? Ein sera spennandi og góð konsert. Stuttligt at síggja tey bæði framføra saman. Og tey stuðlaðu hvønnannan sera væl.
Eivør sang seg inn í mergin á okkum øllum, tað er púra vist. Fýra sangir var ikki nógv, men tað bilar onki, um ein fer svangur eftir meira avstað frá eini tílíkari konsert.
Hornorkestrið var gott, og tað var spennandi at hoyra tað nýggja gospelkórið. Tað hevur nógv gott í sær. Men uttan iva stendur Eivør eftir sum tann heilt stóra á hesi konsertini.