Avbjóðandi bjarging av líki á Sermitsiaq-fjallinum

- Við í bjargingarátakinum vóru serútbúgvin herfólk, sjóverjuskipið Thetis og ein MH-60R Seahawk tyrla hjá verjuni, sigur Arktisk Kommando í tíðindaskrivi

Tað vóru deildir hjá donsku verjuni, sum hjálptu til, tá líkið av deyða flogskiparanum herfyri varð bjargað á Sermitsiaq-oynni, nærindis Nuuk í Grønlandi.

 

Flogfarið var komið úr Kanada og hvarv á Nuuk-leiðini. Hetta var eitt smáflogfar við einum motori, og í flogfarinum var bara skiparin sjálvur.

 

So skjótt, sum flogfarið varð funnið, kundu myndugleikarnir í Grønlandi eisini staðfesta, at flogskiparin var deyður í vanlukkuni. 

 

Tað var hin 25. oktober, at flogfarið datt niður, men orsakað av truplum umstøðum og vánaligum veðri varð líkið ikki bjargað fyrr enn hin 7. november.

 

Í tíðindaskrivi sigur Arktisk Kommando, at danska verjan var við í bjargingarátakinum, tá líkið av flogskiparanum varð bjargað á tryggan hátt.

 

- Við í bjargingarátakinum vóru serútbúgvin herfólk, sjóverjuskipið Thetis og ein MH-60R Seahawk tyrla hjá verjuni.

 

Endamálið við átakinum var at bjarga líkinum av flogskiparanum, elektroniskari útgerð og vraklutum, sum síðan eru latin løgregluni.

 

Arktisk Kommando upplýsir, at eftir áheitan frá Grønlands Politi sendi verjan út eina lítla deild, sum hevur serliga útbúgving at loysa slíkar uppgávur.

 

- Uppgávur, sum hesar, krevja bæði starvsfólk og útgerð, og vit hava bæði fólk og serútgerð, sum kann fara í holt við eitt slíkt átak við stuttari freist.

 

Tað sigur Brian Jensen, kommandørur, hjá Arktisk Kommando.

 

- Hesar deildir venja og virka dagliga undir heilt serligum umstøðum, og hetta gevur teimum serstakar førleikar, sigur hann sambært Sermitsiaq.

 

Lagt verður aftrat, at nú heldur Skaðanevndin fram við kanningunum av bjargaðum dátum, ymiskum komponentum og vraklutum.