Avboð frá René - HB enn ein landsliðsspælara

Landsliðið: René Shaki Joensen hevur givið avboð og í staðin er komin enn ein debutantur frá HB

René Shaki Joensen hevur givið avboð til landsdystin móti Malta. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir einum øðrum HB’ara, nevniliga Hera Hjalt Mohr.

– Um eg eri glaður? Ja, for sørin. Glaður er ikki orðið. Tað følist eitt sindur óveruligt beint nú. Frá at hava sitið á beinkinum í eitt heilt ár í 2018, spælt við AB í 2019, og so nú fáa landsliðsboð er heilt fantastiskt.

Soleiðis sigur Heri Hjalt Mohr, tá hann skal seta orð á kenslurnar, eftir at landsliðsvenjarin Håkan Ericson hevði ringt og boðað honum frá, at hann var úttikin til UEFA Nations League-dystirnar móti Malta og Andorra, sum verða 3. og 6. september.

Heri Hjalt Mohr avloysir René Shaki Joensen, ið hevur ein lítlan skaða at dragast við, og mett verður ikki, at René verður klárur til landsdyst um eina viku.

– Eftir eitt mennandi ár í AB, fyri síðan at koma heim aftur til bardómsfelagið, ið hevur sett eitt venjaratoymi á sera høgum støði, má sigast, at tað hevur gingið skjótt, og eg eri sera eyðmjúkur og errin av at fáa møguleikan at umboða Føroyar, sigur Heri Hjalt Mohr við heimasíðuna hjá FSF.

Hósdagin 3. september klokkan 19:45 spæla Føroyar og Malta á Tórsvølli, og sunnudagin 6. september klokkan 14:00 hittast Andorra og Føroyar á Estadi Nacional í Andorra. Fjórða landið í bólkinum er Lettland.

Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Heri H. Mohr, HB
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Daniel Johansen, HB
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)
Heini Vatnsdal, KÍ
Heðin Hansen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Odmar Færø, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Adrian Justinussen, HB
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborgs (Svøríki)
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Dan í Soylu, HB
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ