Norðlýsið skrivar, at Jóannes Bjartalíð hevur givið avboð til landsliðsferðina seinni í hesum mánaðinum. Hann hevur brotið eina tá og skal binda frið í fýra vikur.
Úr Fótbóltssambandinum ljóðar, at ongin er endaliga úttikin fyri Jóannes Bjartalíð enn. Tað verður landsliðsvenjingar á Tórsvølli í vikuni, og hevur verða boð eftir nøkrum spælarum at venja við.
Håkan Ericson, landsliðsvenjari, tó seks nýggjar spælarar út á tíðindafundinum, og stutt seinni gav Jákup B. Andreasen avboð vegna skúlagongd. Í hansara stað kom Andrias Edmundsson.
– Eg eri upptikin við skúlagongd, og tað er orsøkin til, at eg ikki kann vera við hesaferð. Tað er eisini alt í sátt og semju við landsliðsvenjaran, sigur Jákup Biskopstø Andreasen við heimasíðuna hjá FSF.
Føroyar spæla á landsliðsferðini venjingardystir móti Kekkia og Kosovo ávikavist 16. og 19. novembur.
Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklubb (Noreg)
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Samuel Johansen Chukwudi, Union St. Gilloise (Belgia)
Jann Julin Benjaminsen, IL Hødd (Noreg)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Andrias Edmundsson, Aguilas FC (Spania)
Noah Hans Mneney, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Stefan Radosavljevic, HB Tórshavn
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB Tórshavn