Komandi mánadag verður endiliga greitt, um Todi Jónsson fer at halda fram í FCK, ella um hann fer at finna sær eitt annað felag.
Fundur var millum ítróttarstjóran í felagnum, Niels Christian Holmstrøm, og Toda Jónsson mánadagin. Tá varð avtalað, at partarnir skulu møtast aftur komandi mánadag, og tá fellur væntandi ein endalig avgerð viðvíkjandi fótbóltsframtíðini hjá fremsta føroyska leikaranum.
? Eg havi fingið tað síðsta útspælið uppá ein sáttmála frá FCK, og tað fari eg at meta um komandi dagarnar, sigur Todi Jónsson við danskar fjølmiðlar á internetinum.
Sáttmálaskeiðið hjá Toda Jónssyni við FCK rennur nevniliga út í summar, og leikarin kundi longu frá 1. januar fara undir samráðingar við onnur feløg uttan loyvi frá leiðsluni í FCK.
Ganga ikki krøvunum á møti
Tað er eingin loyna, at onnur feløg hava áhuga fyri at fáa Toda Jónsson í teirra hóp, og eitt nú Poul Hansen, venjari í AGF, hevur alment givið sítt ynski til kennar um at fáa einasta føroyingin í Superliguni til felagið.
Tann størsti knúturin í samráðingunum hevur tó verið tann fíggjarligi parturin, har FCK ikki hevur viljað gingið krøvunum hjá Toda á møti. Síðsti fundurin var tann 12. desember, tá FCK ikki vildi hoyra talan um tey fíggjarligu krøvini.
Todi hevur eisini gjørt greitt, at hann ikki hevur verið nøgdur við sín leiklut í FCK í fyrru hálvu av kappingarárinum. Tá hevur hann ofta sitið á beinkinum, meðan Peter Møller, Sibusiso Zuma og Jörgen Pettersen hava verið valdir framum hann.
Tað er helst eisini ein av orsøkunum til, at Todi hevur verið heldur trekur at skriva undir nýggjan sáttmála. Partarnir hava havt fleiri fundir í heyst og uppundir jól, men enn er einki ítøkiligt komið burturúr.
Um Todi Jónsson ikki velur at skriva undir við FCK og fer at leita eftir nýggjum felag, skal hann ikki vænta at fáa tað stóra av spælitíð í seinnu hálvu av kappingini. Venjarin í FCK Hans Backe hevur nevniliga gjørt greitt, at hetta fer at fáa avleiðingar við at aðrir leikarar, sum hava longri tíðarskeið eftir av sáttmálanum, verða tiknir framum, tá liðið skal setast.
Tað hevur annars gingið avbera væl hjá føroyinginum í FCK seinastu tíðina. Hann hevur skotið fimm mál í landskappingini umframt nøkur mál í steypakappingini og í UEFA Cup, har teir tó máttu lúta fyri svenska felagnum Djurgården.
Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa viðmerkingar frá høvuðspersóninum sjálvum til dagsins blað.