Avgerðin er tikin

Torbjørn Jacobsen tók avgerðina um at flyta Stuðulsstovnin úr Havn til Runavíkar. Hann metir onga orsøk vera at taka málið upp av nýggjum nú. Politiska avgerðin er longu tikin, sigur tingmaðurin, sum fer at tryggja sær, at avgerðin verður fylgd.

Avgerðin um at flyta Stuðulsstovnin úr Havn til Runavíkar skal als ikki viðgerast av nýggjum. Avgerðin er tikin, og hon eigur at verða framd í verki, ongantíð ov skjótt. Tað sigur Torbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum. Tað var hann, sum upprunaliga tók avgerðina um at flyta stovnin. Torbjørn Jacobsen vísir á, at seinni hevur Óli Holm, sum eitt skifti var landsstýrismaður, staðfest avgerðina hjá sær um at Stuðulsstovnurin skal flytast til Runavíkar. Tað var gjørt í svari uppá skrivligan fyrispurning frá Kára P. Højgaard.
- Tí er tað burturvið, at núverandi landsstýrismaður skal viðgera málið av nýggjum. Tá ein nýggjur landsstýrismaður tekur við, eigur hann at virða, at bindingar fylgja við starvinum, at undanmaður hansara hevur tikið politiskar avgerðir, sum skulu førast út í lívið, sigur Torbjørn Jacobsen.
Hann sigur, at enn hevur hann ikki fingið beinleiðis ábendingar um, at avgerðin ikki verður fylgd, men tingmaðurin ætlar sær at fylgja væl við málinum, nú landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum í næstum fer at taka støðu.
- Vísir tað seg, at landsstýrismaðurin velur ikki at fylgja politisku avgerðini, sum longu er tikin um at flyta stuðulsstovnin til Runavíkar, so fari eg avgjørt at gera mína ávirkan galdandi, sigur Torbjørn Jacobsen, og leggur afturat, at tað ber ikki til hjá einum nýggjum landsstýrismanni bara at skúgva avgerðir hjá undanmanni sínum til viks.

Atdráttarmegin at Havnini
Torbjørn Jacobsen vísir á, at skal nakar stovnur flytast úr høvuðsstaðnum, so krevur tað politiskar avgerðir, sum avvarandi landsstýrismaður má tora at standa við. Hann heldur lítið um, at starvsfólkið ella sjálvur stovnurin skal hava ávirkan á, hvørt stovnurin skal flytast úr høvuðsstaðnum.
- Tú kanst spyrja allar almennar stovnar í Havn um, hvørt teir vilja flyta úr høvuðsstaðnum, men tú kennir svarið frammanundan. Verða tað tí ikki sterkar politiskar avgerðir, sum flyta stovnarnar, so hendir púrt einki, sigur Torbjørn Jacobsen.