Landsverk skrivar í tíðindaskrivi, at húkurin í rundkoyringini í Klaksvík er til ampa fyri ferðsluna.
Tað er niðurstøðan hjá Landsferðslunevndini, aftaná at hava viðgjørt málið í dag. Nevndin byggir sína avgerð á millum annað niðurstøðuna hjá einum donskum ferðslutrygdargrannskoðara, sum er væl inni í føroyskum ferðsluviðurskiftum, og sum hevur kannað umstøðurnar kring rundkoyringina.
Ferðslugrannskoðararnir hava greiða støðu í málinum. Undir verandi umstøðum verður mælt frá at hava eina standmynd í rundkoyringini. Um ein slík standmynd skal fáa rúmd á staðnum, skulu ávís ferðslutrygdartiltøk gerast fyrst.
Møguleikarnir er at hava bungur í tilkoyringini, seta fleiri skelti upp, at lýsa upp standmyndini og rundkoyringini, seta upp ferðslugáar og at hækka miðoynna, har standmyndin stendur.
Vandin fyri ákoyring og avleiðing av hesari er so mikið stórur, at tað kann ikki góðtakast.
Tað boðar Landsverk frá.
Klaksvíkar kommuna, sum hevur fingið handað avgerðina hjá Landsverki í dag, fer nú at viðgera málið og taka avgerð, hvørt avgerðin skal kærast ella ikki.
Rás2 hevur roynt at fingið viðmerking frá Gunvá við Keldu, borgarstjóra í Klaksvík, men tað eydnaðist ikki.