Tað eru nú tveir mánaðir síðani, at Strandfaraskip Landsins læt Vinnumálaráðnum eitt tilmæli í sambandi við Nólsoyar farleiðina og farleiðirnar í Norðoyggjum.
Hetta tilmæli gekk út upp á, at nakrar umvælingar verða gjørdar á serliga Ternuna, men eisini nakrar á Rituna, so Ternan kundi setast inn á farleiðina millum Tórshavn og Nólsoy, og Ritan samstundis varð sett at røkja farleiðirnar úr Hvanasundi út í Svínoynna og Fugloynna.
Á einum borgarafundi í Nólsoy fyrst í juni legði Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, uppskotið fyri nólsoyingar, og teir tóktust taka væl ímóti.
Seinni hava umboð fyri Norðoyggjar við Gunvá við Keldu á odda havt fund við Jóhan Dahl, vinnumálaráðharra, har gjørt varð greitt, at norðoyingar eru sera glaðir fyri at fáa Rituna í staðin fyri gamla Másan.
Tað stendur somuleiðis greitt, at eykaloyvið, sum Másin siglir við, gongur út í august, og tá stendur skipið fyri umfatandi umvælingum, skal tað halda fram við at sigla.
- Eg havi fingið at vita, at arbeitt verður í politisku skipanini við málinum, og eg vóni sjálvandi, at tað kemur ein skjót avgerð, sigur Bogi Mortensen.
Hann vísir á, at Másin stendur fyri einari umfatandi umvæling í heyst, og at tað hevði sjálvandi verið munandi meiri skilagott at nýtt tann peningin upp á loysnina, sum nú verður arbeitt við, heldur enn at nýta hann upp á Másan í verandi støðu.
- Másin skal gerast siglingarklárur so ella so, men tað tykist skilabetri at nýta peningin her og nú upp á loysnina við Ternuni og Rituni, sigur Bogi Mortensen.
Positiv signal
Stjórin á Strandferðsluni sigur, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur, um ein avgerð fellur so tíðliga sum gjørligt, so at disponerast kann út frá tí.
Og tað er nógv, sum bendir á, at politiska skipanin sær positivt upp á málið.
- Eg kann vátta, at fíggjarmálaráðið hevur fingið tilmælið hjá Strandferðsluni frá vinnumálaráðnum, og at málið hevur veirð fyri á landsstýrisfundi, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri.
Hann sigur, at serliga Ternan krevur ábøtur, men at málið avgjørt er áhugavert.
- Tað er klárt, at vit standa ikki við peninginum í hondini, og tí má málið bíða til eykajáttanarlógin kemur fyri seinni í summar. Men hinvegin er tað ikki ørandi tøl, vit tosa um, og við hesum fáa vit loyst ein akuttan tørv hjá norðoyingum og vælsaktans eisini hjá nólsoyingum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Í tilmælinum stendur annars, at Strandferðslan mælir til at tær tríggjar milliónirnar, sum standa á fíggjarlógini til nýtt Svínoyar- og Fugloyarskip, verða fluttar til umvælingina av teimum báðum skipunum. Hartil skal Strandferðslan sjálv finna eina millión í sparingum á rakstrinum.
Hetta er fýra milliónir av teimum 9,4 sum krevjast til umvælingarnar. Í resta so 5,4 milliónir, sum mugu fáast til vega við eykajáttan á fíggjarlógini. Og tað er hesin peningur, sum verður játtaður – ella ikki – tá eykajáttanarlógin kemur fyri fyrst í august.