Avgerðin fellur í dag

Tað er langt síðani, at landskappingin í flogbólti hjá monnum, hevur verið so spennandi sum hon er í ár. Tvey lið bjóða upp á meistaraheitið og sjálvt um Fleyr stendur við bestu kortunum, ræður um at spæla tey rætt

Flogbóltur - menn

Kappingarárið í flogbólti endar í dag. Hjá monnunum fellur avgerðin um sjálvt meistaraheitið í dag og sigast má, at teir sum hava lagt kappingina hava havt eina stak hepna hond í so máta. Tað er nevniliga ikki á hvørjum ári at tað hendir, men tað er so nógv meira áhugavert og nógv meira spennandi tá kappingin endar upp á henda mátan.
Tað er ikki vist, at vit fáa Fleyr leikararnar at taka undir við tí vit siga, men fyri okkum uttanveltaðu er tað í hvussu er galdandi.
Sum sagt aðrastaðni er tað Fleyr sum stendur við bestu kortunum í dag. Teir eru tað eina stigið framman fyri Mjølnir og havandi í huga gongdina hjá liðunum seinastu nógvu mánaðirnar, er lítið at siga til, at Fleyr er favorittur.
Tí tað er júst tað teir eru. Eingin kann taka favorittheitið frá Fleyr, tí sum oddalið eiga teir at kunna vinna dystin móti botnliðnum, men tá meistaraheitið stendur upp á spæl, kunnu nervarnir gera sítt, og tá ein ? sum Mjølnir ? sleppur at gera av, um arvafíggindarnir úr Fleyr skulu vinna meistaraheitið, stendur æran upp á spæl, og tí skal ein ikki kimsa at.

Broytt oddalið
Tað var ikki fyrr enn móti endanum av fyrru hálvu, at Fleyr fór at røra upp á seg í landskappingini. Tað gekk sera striltið at fáa skil á venjingina og á spælið, og tað sjálvt um liðið hevði gjørt íløgu í ein útlendskan venjara.
Hesin var tó ikki so drúgvur her á landi og tá hann var farin, tók Jan Hentze yvir, og tá sá út til, at leikararnir kendur seg aftur. Spælið broyttist og liðið fór alt í einum at bíta frá sær. Tá liðini fóru í jólafrí lógu teir á øðrum plássi.
Í seinnu hálvu hevur eingin veruliga staðið teimum kurl, og tað er sjálvsagt orsøkin til, at Fleyr nú stendur við bestu atgongumerkjunum til FM-heitið.
Mjølnir hevur harafturímóti havt eitt keðiligt ár. Byrjanin tók tey flestu á bóli, tí roknað varð við, at klaksvíkingar skuldu fara at liggja í tyngra endanum. Tað gjørdu teir ikki í byrjanini, men nú kappingin er liðug, eru teir aftast.
Men far ikki skeivur, tí sjálvt um Mjølnir liggur aftast, er ikki vist, at teir ikki kunnu taka stig frá Fleyr, tí í so máta hevur hetta kappingarárið víst seg at vera eitt løgið ár. ÍF lá við halanum í vatnskorpuni, men við eitt vekk fóru teir at vinna frá hond, og var tað ikki fyri skaðar og annað minni gott, høvdu teir helst fingið eitt orð at skula sagt í Eysturskúlanum í dag.

Fuglfirðingar skerdir
Tað fáa teir neyvan tí við ongum Boban og ongum Bartali á liðnum eru útlitini til sigur, meira enn kám. Ikki kann roknast við, at teir ungu menninir, sum tó hava víst, at teir kunnu bíta frá sær. Hetta kemur sjálvandi Fram til fyrimunar, men tað er ivasamt um ÍF hevði klárað at gjørt nakað við Fram kortini.
Fram hevur nevniliga havt serstakliga gott tak á ÍF, og teir hava dugað sera væl at brúka allan vøllin í dystunum móti ÍF. Hetta hevur gjørt, at ÍF ikki hevur vitað, hvar teir skulu verja seg, og tá er vandin fyri ósigri størri.
Í dag er vandin fyri ósigri til ÍF sera stórur. Einki er at ivast í, at Fram fer eftir sínum kjansi fyri at vinna FM, men spurningurin er, um tað røkkur.
Fleyr stendur við bestu kortunum, men teir fáa bara tann eina møguleikan afturat, og so kann tað gera tað sama, hvør verður við á vøllinum. Kravið er ein sigur ...
Dystirnir í meistaradeildini hjá monnum í dag, eru annars hesir:
Báðir dystirnir vera í Havn og báðir byrja klokkan 15.00. Fleyr og Mjølnir spæla í Gundadalshøllini, meðan Fram og ÍF spæla í auluni í Eysturskúlanum.