Næmingar á Tekniska skúla í Klaksvík eru við í finaluni í stórari norðurlendskari filmskapping, sum verður avgjørd í morgin. Filmskappingin verður hildin í sambandi við altjóða veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn. Kappingin er fyri ungfólk, og uppgávan var at gera ein stuttfilm um avleiðingarnar av Co2 útlátinum.
Væl yvir hundrað filmar komu til kappingina, og millum teir 8 filmarnar, sum komu í finaluna eftir atkvøðugreiðslu, var filmurin The Burden, sum næmingar á Tekniska skúla í Klaksvík hava gjørt.
Nú skal ein dómsnevnd gera av, hvør skal vinna kappingina, og úrslitið verður kunngjørt í morgin.
Vinnarin av kappingin fær 2000 evrur í virðisløn, og virðislønir eru eisini til nummar tvey og trý.