Avgerðin stóra ávirkan á menningina av Nólsoyarbygd

Nólsoyingar vilja hava nýggjan barnagarð, skúlin og fimleikarhøllin skulu útbyggjast, ynski er um framskundaða útstykking og at gera svimjihylin lidnan - og tey eldru hava tørv á virðiligari umstøðum. Hetta eru nakrar av orsøkunum til, at Nólsoyar bygdarráð mælir til samanlegging við Tórshavnar kommunu

Samanlegging

Tað var á bygdarráðsfundi, 26. november 2003, at Nólsoyar bygdarráð einmælt samtykti at taka upp samráðingar við Tórshavnar kommunu um samanlegging.
Eftir hesa avgerð, hevur nógv fundarvirksemi verið millum umboð fyri Nólsoyar kommunu og Tórshavnar kommunu, og úrslitið er, at eitt uppskot til sáttmála við fylgiskjali nú fyriliggur. Bygdarráðið hevur viðgjørt sáttmálan og fylgiskjalið og hevur einmælt samtykt at taka undir við hesum.
Fíggjarnevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur eisini viðgjørt málið og tekur undir við uppskotinum til samanlegging.
Í Nólsoy verður borgarafundur í Royndarhúsinum, 13. mars kl. 16, har bygdarráðið fer at kunna um tilgongdina, og fólk fáa høvi at seta spurnnigar og gera viðmerkingar. Við á fundinum verður eisini býráðsformaðurin í Havn, Jan Christiansen. 20. mars verður so vegleiðandi fólkaatkvøða í Nólsoy um samanlegging. Atkvøtt verður í Royndarhúsinum frá klokkan 10-20.
Úrslitið av vegleiðandi fólkaatkvøðuni verður lagt fyri bygdarráðið til endaliga støðutakan. Samtykkir bygdarráðið sáttmálan, verður ásettur ein dagur, nær hesin verður undirskrivaður.

Men hví?

Í kunningarskrivi til bygdarfólkið, greiðir bygdarráðið frá, hví tey fóru at arbeiða við samanlegging.
- Sum øllum kunnugt, hava bæði lands- og kommunalpolitikkarar í áravís arbeitt miðvíst fram ímóti einum nýggjum uppbýti av lands- og kommunuuppgávum. Høvuðsendamálið hevur verið at fáa eitt greiðari ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Kommunurnar skulu átaka sær størri part av teimum uppgávum, sum hava beinleiðis ávirkan á borgaran, eitt nú barnaansing, barnaforsorg, adressuumsiting, kommunala partinum av landsins tilbúgvingarætlan, undirvísing av fólkaskúlabørnum og eldraøkinum. Aftrat hesum koma onnur lógarkrøv, eitt nú á umhvørvisøkinum, krøv til góðsku á drekkivatni og handfaring av spillvatni (kloakkir).
Víst verður á, at landsmyndugleikarnir eisini hava sett kommununum strong krøv til umsiting, eitt nú krøv til skjalaskrá, roknskaparhald og freistir, eins og krøv til íløgu- og lánikarmar.
- Hetta rakar tær smærru kommunurnar serliga meint, sigur bygdarráðið.
Lagt verður aftrat, at øll hesi lógargivnu krøv saman við ynskjunum hjá borgarunum um eitt nøktandi kommunalt tænastustøði, fær bygdarráðið at halda, at munandi lættari verður at røkka málunum, um uppgávurnar verða lyftar í felag í eini størri kommunalari eind.
- Ein lítil kommuna, sum Nólsoyar kommuna, fer neyvan at hava neyðuga umsitingarliga orku til at nøkta tær nýggju avbjóðingarnar, soleiðis at skattakrónurnar verða gagnnýttar á besta hátt til frama fyri borgararnar í kommununi.

Mong ynskir

Nólsoyar bygdarráð sigur, at tey í hesi valsetuni hava merkt, hvønn veg rákið ber.
- Á barnaansingarøkinum er ynski um íløgur í nýggjan barnagarð, skúlin og fimleikarhøllin skulu útbyggjast, ynski er um at fáa framskundaða útstykking, ynski er um at gera svimjihylin lidnan og tey eldru hava tørv á virðiligari umstøðum.
Hesar orsøkir eru viðvirkandi til, at Nólsoyar bygdarráð nú mælir til, at kommunan verður løgd saman við Tórshavnar kommunu.
- Borgarar í Nólsoyar kommunu hava í mong ár brúkt tænastur hjá Tórshavnar kommunu, har vit hava fingið stóra vælvild. Tað er tí náttúrligt, at vit nú verða ein sameindur partur av Tórshavnar kommunu og gerast borgarar við somu skyldum og somu rættindum, heldur Nólsoyar bygdarráð.