Fyrrverandi serligi ráðgevin hjá Donald Trump, Steve Bannon, sigur nú, at kritikkur hansara í nýggjari bók er misskiltur.
Bókin kallast »Fire and Fury« og í eini samrøðu við miðilin Axios sigur hann millum annað:
– Donald Trump, Jr, er bæði fosturlandsvinur og ein góður maður... ...Stuðul hansara til forsetain og ætlan hansara er treytaleysur.
Bannon skrivar eisini, at útsøgnirnar í bókini ikki vóru vendar ímóti Trump, men ímóti fyrrverandi kampanjuleiðaranum, Paul Manafort.
Steve Bannon hevur sagt í bókini, »Fire and Fury: Inside the Trump White House«, sum kom út fríggjadagin og væntandi verður ein bestseljari.
Tað er Michael Wolff, sum hevur skrivað, og bókin snýr seg um fyrsta árið hjá Donald Trump við valdið. Í bókini eru nógvar ákærur ímóti Donald Trump, og ein av teimum avgerandi keldunum er Steve Bannon.
Í bókini kritiserar Bannon millum annað son Trump og verson fyri á sumrí í 2016 at hava hildið fund við russarar.
Hendan ákærarn fekk Trump at siga, at Bannon hevði mist forstandið.
Men við Axios í dag sigur Steve Bannon, at Paul Manafort átti at vitað, at russarar eru svikafullir, útspekulerari og ikki okkara vinir.
Tað lærdi Bannon sambært sær sjálvum í síni tíð í amerikanska flotanum.
Í úttalilsinum kallar hann eisini kanningarnar av fundinum við russarar, sum í løtuni fara fram, fyri »eina heksajagstran«.
Steve Bannon fór úr Hvítu Húsunum í august og vendi aftur sum blaðstjóri fyri ein høgreradikalan miðil.
Sambært Donald Trump var hann koyrdur úr starvi sum serligur ráðgevi.
Bannon var miðdepul í valstríðinum, og hann var við til at geva Trump stóra undirtøku millum tey mest høgravendu republikanararnar.
Útgávan at »Fire and Fury« hevur ført Trump og Bannon út í eina uppgerð í amerikansum miðlum. Donald Trump hevur við fleiri høvi tweetað um bókina og skrivað niðurlátandi um Banner á sosialu miðlunum.
/ritzau/