- Í dag var tað stong út hjá okkum, har tað plagar at verða stong inn, staðfestir Rebekka Justinussen hjá StÍF.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Rebekku Justinussen, aftaná hon og liðfelagarnir í StÍF høvdu tapt 19-20 (10-11) ímóti VÍF í fyrru hálvfinaluni í Coca Cola steypakappingini.
Rebekka ergrar seg um góð skot hjá sær, sum raktu træverkið, og akkurát ikki fóru innum. Hon heldur í stuttum, at tað er søgan um StÍF í kvøld, at marginalarnir ikki vóru við teimum. Hon er tó fullvís í, at tær hava tað, sum skal til fyri at vinna seg í steypafinaluna, tá tær taka ímóti VÍF á Skála komandi leygarkvøld klokkan 18.
(Mynd: www.stif.fo)