Avgerðin er tikin: Nú fara Føroyar at samráðast við Russland

Tað er næstan full, politisk semja um tað, sigur løgmaður

Tað er nú greitt, at Føroyar fara undir samráðingar við Russland um ein fiskiveiðisáttmála fyri næsta ár.

 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at tað er niðurstøðan eftir fund ímillum allar floksformenninar í morgun. Hann sigur, at tað eru at kalla allir flokkar, sum taka undir við tí. Sum vit hava skilt, eru tað eru bara teir báðir smáu flokkarnir, sum hava síni fyrivarni. Sjálvstýrið hevur boðað frá, at tey halda ikki, at vit skulu samráðast við russarar og Miðflokkurin tekur ikki støðu hesumegin valið.

 

Løgmaður sigur, at í ár eru tað russarar, sum eiga at taka stig til samráðingarnar og tað gjørdu teir fyri tveimum vikum síðani. Samráðingarnar í ár verða talgildar og tær verða ikki á politiskum stigi. Løgmaður sigur, at fremsta endamálið er at lata sáttmálan í ár halda fram óbroyttan næsta ár.

 

Samstundis er tað avtalað, at eftirlitið við russisku skipunum skal herðast, bæði á fiskileiðunum og tá ið tey liggja við bryggju.

 

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava verið ímóti at gera nýggjan sáttmála, men báðir flokkar siga, at nú er ov seint at slíta samstarvið fyri næsta ár, tí skip og manning, sum liva av hesum sáttmálanum, hava onki annað fiska og tí hevði tað fingið ov stórar avleiðingar at slitið samstarvið nú. Eisini tey í Framsókn hava verið rættiliga ivingarsom um vit skulu í samráðingar við Russland. 

 

Men tað hevur ligið í kortunum, at næsta ár skal so brúkast til at fyrireika okkum upp á, at tað verður kanska eingin sáttmáli fyri 2024.

 

Klokkan fimm í dag verður løgmaður í tíðindunum á FM1, har hann fer at greiða frá støðuni