-Vit eru noyddir til at taka hædd fyri føroyskum áhugamálum, og tí hava vit tikið fyrivarni í hesum málinum. Tað halda vit okkum hava fullan rætt til. Tað er gjørt við góðum grundgevingum í samráðingarúrslitinum og teimum útrokningum, sum bretar sjálvir hava gjørt. Vit brúka tí ikki øðrvísi grundgeving enn at taka støði í teirra egna argumentatión sigur Edmund Joensen, løgmaður í eini viðmerking til málið.
Stórar vónir til nýggju stjórnina í Bretlandi
Løgmaður vónar annars, at tað fer at spyrjast onkur loysn burtur úr samráðingunum. Hann vísir á, at bretar hava signalerað, at teir vilja geva samráðingunum eitt hálvt ár fyri at vita, um ein loysn kann finnast.
-Hetta er fyrstu ferð, at tíð er sett á. Vit eru samdir í tí, at ein semja skal finnast. Hinvegin hava vit stórar vónir til eina nýggja stjórn í Bretlandi, sum hevur sagt, at hon vil hava, at nakað skal henda.
Nú bíða vit spentir eftir at síggja , hvat bretar meina við og nær teir koma við nøkrum, sum líkist einum samráðingaruppleggi millum tvey lond, sum eru grannalond og sum skulu liva í sátt og semju og góðum grannalag og vónandi í samstarvi í framtíðini.
-Nú hevur ein skilt, at bretar eru rættiliga vónsviknir av, at føroyingar ikki komu við nøkrum nýggjum uppfylgjandi útspæli á fundinum í september til tað útspæl teir komu við í juli!
-Vit síggja soleiðis uppá hetta, at bretar hava signalerað, at partarnir skulu taka stór stig, sum eru neyðug fyri at koma til eina semju. Tey stigini sakna vit frá bretskari síðu. Vit hava ikki sæð tann neyðuga viljan at ganga okkum á møti til at nærkast eini miðlinju.
-Tvs. at tað teir hava spælt út við í summar er ikki nóg mikið til, at vit
síggja eina loysn fyri stavn?
-Tað er øllum kent, at teir byrjaðu sítt krav stutt sunnan fyri Suðuroynn,a og teir hava gott nokk flutt seg eitt sindur á føroyska landgrunninum, men tað, sum vit alla tíðina hava havt sum útgangsstøði, er, at vit hava eitt petti, sum er millum bretsku versiónina av fiskarílinju og tí føroysku. Tað
er hetta vit eru ósamdir um. So leingi ein ikki góðtekur, at tað er hetta vit skulu semjast um, so kann ein ikki siga, at tað er nakar vilji frá bretskari síðu at fáa eina veruliga loysn, sum sømir seg.
-Kann ein ikki út frá hesum siga, at tað eru lítlar vónir til at finna eina samráðingarloysn innan hálvan januar!
-Tað er ringt at siga. Tað er hetta vit bíða eftir. Vit vita, at Bretland hevur eina sterka og handlikraftiga stjórn, sum hevur sagt frá, at hon ætlar, at tað skal henda nakað innan eitt hálvt ár, so vit bíða í størsta spenningi.
-Men hvat nú um bretar sita og bíða eftir okkum!
-Vit frá føroyskari síðu hava lagt prógv fyri, at vit meina tað í álvara. Vit hava slakað, har tað sømir seg, men tað er eingin ivi um, hvar viljin skortar. Báðir partar mugu vísa vilja til at slaka men tann stóra av-gerðin í hesum máli liggur í Bretlandi.
Vit og danir
-Verður einki úrslit fyri hálvan januar og málið verður tikið upp politiskt, verða tað so ikki Nyrup og uttanríkisráðharrin, sum koma at taka sær av málinum og ikki vit føroyingar!
-Í prinsippinum er tað eitt uttanríkismál, men tann føroyski leiðarin vil altíð vera við. Slík samráðing verður við øllum góðum kreftum frá føroyskari síðu og frá ríkinum sum heild.
Tað finst annars ein standardavtala um, at danska stjórnin fult og heilt stuðlar føroyingum í hesum málinum.
Vit spurdu løgmann, um henda naggatódnin í samráðingum kann hava avleiðing fyri fyrsta útbjóðingarumfarið á føroyskum øki!
-Tað hevði verið lættari, um ein loysn varð funnin. Men hvat vit kunnu bjóða út er ein spurningur fyri seg.
Sosialurin hevur spurt leiðaran í føroysku samráðingarnevndini, Árna Olafsson, nær nýggjur fundur verður millum partarnar!
-Tað er eingin nýggjur samráðingarfundur avtalaður, og eg veit ikki um nakar slíkur verður í næstum. Seinasti fundurin var 25. september.