Norska Stórtingið hevur ásett avgjaldið at verða 3 promillu av útflutningsvirðinum og er tað millum 90 og 100 milliónir norskar krónur, sum skulu brúkast til gransking í norsku fiski- og alivinnuni. Norski staturin hevur somuleiðis játtað somu upphædd til gransking og var tað ein av fyritreytunum fyri at avgjaldi fekk undirtøku í Stórtinginum.
Peningurin verður umsitin av einum stýri, sum norska Fiskimálastýrið hevur sett í samstarvi við Granskingarráðið. Úrslitini av granskingini fara at verða opin fyri øðrum londum, soleiðis at tøkni og onnur menning eisini kemur øðrum tjóðum, sum fáast við aling, til góðar.
Ikki eginpeningur
Reglurnar, ið norska granskingarráðið arbeiðir eftir, siga at øll gransking er opin, undantikið tá virkir eru við í verkætlanunum og hava goldið meira enn helvtina av upphæddini. Peningurin sum stendur í hesum grunni verður ikki góðtikin sum eginpeningur hjá virkjum.
Norska Granskingarráðið og vinnufeløgini arbeiða nú við at býta peningin út á tey økir teir meta røtt eru at satsa uppá, skrivar Vinnuhúsið.es Eidesgaard:
»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«
»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað
persónliga frælsið fer fyri bakka«
»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«
»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«
»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá
Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein
samtykt«
ENDURGEVINGAR:
Høgni Hoydal:
»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«
»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«
»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir
fíggjarlógarviðgerðini seinast«
»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«
»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«
»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av
Christiansborg«