Tað er til tað síðsta ivi um verkamannafylkingin stillar upp til hetta løgtingsvalið.
Uppstillingarfreistin er hósdagin 9. apríl, t.v.s. um tveir dagar, so nú fer tað at hava skund, og tað eru tey greið yvir í Verkamannafylkingini.
Men sum formaðurin tekur til:
? Avgerðin um vit stilla upp verður tikin í kvøld.
Til seinasta løgtingsval stillaði Verkamannfylkingin upp, sum eitt alternativ til teir sum kallað seg arbeiðaraflokkar - Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Tveir rættiligir tungvektarar í arbeiðararørsluni stillaðu upp á hesum lista, og tað gav eisini úrslit, sum vit øll vita.
Fylkingin fekk tríggjar mans á ting.
Men so byrjaðu trupulleikarnir. Fylkingin fór í tvíningar. Tveir løgtingslimir vórðu koyrdir úr flokkinum og aftaná tað fóru tey í rættin fyri at fáa staðfest hvør hevði rættin til navnið.
Nú tað stundaði til val hava tveir av spíssunum avgjørt ikki at stilla uppaftur og tann triði hevur valt at skifta flokk.
Síðani hevur fylkingin fingið nýggja nevnd og Luitjen Apol er vorðin formaður.
Afturgongd
uppá 9,2%
Tað sæst aftur í veljarakanningunum, at tey kendu eru burtur - serliga í tí seinastu, sum Sjónvarp Føroya hevur latið gera.
Sambært hesi kanning fær fylkingin eina so stóra afturgongd sum neyvan er sædd í føroyskum politikki fyrr.
Til seinasta løgtingsval fekk fylkingin 9,5 prosent av atkvøðunum, men sambært ferskastu kanningini fær Verkamannafylkingin bert 0,3% av atkvøðunum.
Tað svarar til 76 atkvøður!
Og tað trýr nýggi formaðurin ikki uppá.
? Tað ljóðar heilt ótrúligt fyri meg, sigur Luitjen Apol.
Hvør er so orsøkin til henda miss?
? Eg veit ikki, men tað kann verða, at fólk nú eru nøgd við hinar vinstraflokkarnar, sigur hann.
? Tað kann kanska tykjast løgið, men eg haldi, at Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin arbeiða best í andstøðu. Tá teir koma í samgongu er neyðugt at halda í oyruni á teimum, serliga hvat viðvíkir privatiseringum og líknandi tiltøkum sigur Luitjen Apol.
Hann heldur tó ikki, at orsøkin er at tey trý Ingeborg Vinther, Óli Jacobsen og Kristian Magnussen ikki stilla upp aftur fyri fylkingina hesaferð.
? Eg eri av tí fatan, at tað kann verða ein fyrimunur, at tey ikki stilla upaftur.
? Eg haldi tað verða ein fyrimunur at t.d. Ingeborg ikki stillar upp aftur, men heldur stuðlar fylkingini. Hon er jú formaður í størsta fakfelag í landinum, sigur Luitjen Apol.