HB skal í annaðkvøld spæla týdningarleysan dyst í Europe League. Oddaliðið í føroysku landskappingini varð bukað av við 4-0 í fyrra dystinum móti AC Omonia av Kýpros. Tí ræður tað bara um hjá teimum reyðu og svørtu at avgreiða dystin, soleiðis, at hópurin kann hugsa um komandi uppgávurnar í landskappingini.
Fara at royna
Bjarni Jørgensen var í byrjunaruppstillingini, tá HB tapti sannførandi á Kýpros í farnu viku. Hann sigur, at úrslitið vísir týðiliga munin á føroyskum og kýpriotiskum fótbólti. Men hann vísir ikki aftur, at høvuðsstaðarfelagið fer at royna at geva AC Omonia skarpan gang í morgin.
- Vit fara sjálvsagt at royna at vinna føroyskum fótbólti altjóða stig. Men vit hugsa samstundis um landskappingina, tí møguleikin at vinna seg víðari er horvin, sigur Bjarni Jørgensen.
Men er talan ikki bara um ein avgreiðsluspurning?
- Sum so, jú. Tað er altíð ein uppliving at royna seg í evropeiskum kappingum. Vit høvdu ikki beinleiðis væntað at vunnið okkum víðari. Vit merkja, hvussu tað er, tá amatørar spæla móti yrkisleikararum, greiðir Bjarni Jørgensen frá.
Liðið helst broytt
HB fær sunnudagin vitjan av fuglfirðingum í landskappingini. Tá er umráðandi hjá liðnum at fáa fult, tí høvuðsstaðarfelagið hevur ikki vunnið í seinastu tveimum royndunum. Og júst tað hevur Sámal Erik Hentze, venjari, helst í huganum, tá hann sendir sínar leikarar á vøllin í annaðkvøld.
- Tað verða helst ymsar broytingar. Dysturin sunnudagin er meira umráðandi, og tí fáa summir av stuðulsleikarunum hvíld. AC Omonia fer ikki at leggja eins nógv fyri, sum í fyrra dystinum, og tí eru útlitini fyri einum frægum úrsliti í lagi, sigur Bjarni Jørgensen, og leggur afturat, at føroyingarnir serliga skulu ansa sær í deyðbóltsstøðum, har kýpritotiska liðið var serliga vandamikið seinast.
Dysturin millum HB og AC Omonia byrjar klokkan 19.00.