Avgusturin komin á land

Stórhvalurin verður nú flensaður og lagdur at rotna. Seinni verður beinagrindin savnslutur á endurbygdu hvalastøðin við Áir

Annar av avgustunum, sum løgdu beinini í Sundalagnum um vikuskiftið er nú komin upp á land á hvalastøðini við Áir. Talan er um tann av hvalunum, sum doyði, tá hann strandaði í fjørðuni við Norðskála beint norðan fyri brúnna um Streymin.

 

Í gjár varð hann sleipaður suður um Streymin og hevur ligið fyri teym við hvalastøðina við Áir í nátt. Fyri løtu síðani varð hann hálaður upp á hvalastøðina við einum stórum trailaraforvogni.

 

Náttúrugripasavnið fer nú at skipa fyri, at hvalurin verður flensaður og rovini løgd á sjógv rotna í eini tvey ár. Síðani er ætlanin, at beinagrindin verður savnslutur á endurbygdu hvalastøðini.