Avhildin forseti

86 prosent av íslendingum vilja hava Ólaf Ragnar Grímsson, forseta at halda fram Íslendingar eru eftir øllum at døma sera væl nøgdir við forsetan, Ólaf Ragnar Grímsson.

Verandi forsetaskeið rennur út í ár, og Ólafur Ragnar Grímsson hevur nú boðað frá, at hann stillar upp eina ferð afturat.

Tað hóvar flestu íslendingum væl, tí í einari meiningakanning hjá Gallup siga 80 prosent, at tað var rætt av forsetanum at stilla uppaftur. Heili 87 prosent siga seg vera nøgd við avrik hansara, og 86 prosent taka undir við, at hann heldur fram.

Bara 10 prosent siga, at onkur annar eigur at taka við nú.