- 2014 var eitt gott og hendingaríkt ár hjá Atlantic Airways við einum høgum virkisstigi og nógvum grundleggjandi broytingum í felagnum. Eitt gott ársúrslit, gott gjaldføri, hækkandi ferðafólkatøl – samstundis sum nógvar bygnaðarbroytingar eru framdar – hevur givið nevndini vissu fyri, at nýggja kósin var ein røtt avgerð, skrivar felagið í tíðindaskrivi í dag, í samband við aðalfundin hjá felagnum.
Ársúrslitið meira enn tvífaldaðist í 2014, sammett við 2013. Úrslitið var 20,2 milliónir krónur fyri skatt í fjør, samanborið við 8,7 milliónir krónur í 2013. Eftir skatt kom Atlantic Airways út úr 2014 við 16,5 milliónum krónum. Í 2013 var ársúrslitið 7,1 milliónir krónur eftir skatt.
Inntøkurnar øktust seks prosent úr 542,2 milliónum krónum í 2013 upp í 573,7 milliónir krónur í 2014. Talið av ferðandi hækkaði úr 225.200 í 2013 upp í 237.028 í 2014, tað var ein vøkstur upp á fimm prosent.
Gjaldførið var 103 milliónir krónur við árslok. Tað er 13 milliónir krónur minni enn í 2013, men nevndin er væl nøgd við støðuna, havandi í huga, at felagið í tíðarskeiðnum samstundis er farið ígjøgnum eina víðfevnda broytingartilgongd, og at felagið eisini hevur keypt aftur egin partabrøv fyri 68 milliónir krónur.
Nevndin ætlar at halda kósina, sum er løgd í nýggju strategiini, ið varð sett í verk í fjør. Við nýggju strategiini í hondini er margfeldið í virkseminum minkað, og felagið hugsavnar seg nú um at menna eitt regluligt og støðugt rutunet í Norðurlondum við Føroyum sum snúningsdepli og upphavsstaði. Rutuflúgvingin er raðfest fremst, og tann orka og tað pláss, sum leypir av rutuflúgvingini, verður selt til leiguflúgving, tá ið tað er møguligt. Øll menning í Atlantic Airways tekur støði í nærøkinum, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
-Felagið ynskir at verða ein virðismikil loftbrúgv til umheimin, sum hevur fleiri ymisk sambond við grannalondini og harvið fleiri ”hurðar” til restina av verðini. Vit hava sostatt flutt bæði Atlantic Airways og umheimin tættari at Føroyum, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.
- Tað gongur støðugt og eftir ætlan at seta nýggju strategiina í verk, men ein strategi er ikki læst føst, og skuldi tað hent, at alt ikki gongur eftir ætlan, so kunnu avgerðir sjálvandi endurskoðast. Tað er tó týdningarmikið at halda fast um, at Atlantic Airways fyrst og fremst skal tæna Føroyum og føroyingum, skrivar felagið, og víðari:
- Atlantic Airways er komið heim. Atlantic Airways stendur – við dugnaligum starvsfólkum og tryggari støð í Føroyum – á sterkum undirstøði, og felagið er til reiðar at taka ímóti avbjóðingunum, sum liggja fyri framman.